
Sign up to save your podcasts
Or


Mánadagin 29. Januar tók Terje B. Vestergaard yvir raksturin í Simma Musikkhúsi, og er hann harvið nú einsamallur eigari og stjóri í felagnum. Simme Musikkhús er gomul fyritøka, sum varð stovnað í 1959 av Simma Arge Jacobsen, og síðstu 19 árini hevur Petur Magnus Bjarnastein átt og rikið fyritøkuna, men ynskti hann nú at geva stafettina víðari.
Handilin kemur framvegis at hava fokus á at veita gott og breitt úrval av ljóðførum og tilhoyri, og at veita góða kundatænastu. Nakrar broytingar koma tó at síggjast í handlinum komandi tíðina, sum vónandi koma at gagna kundum og viðskiftafólkum, og longu nú er handilin settur upp í nýggjum sniði.
Nýggi eigarin, Terje B. Vestergaard er útbúgvin sølumaður innan eitt nú tónleikaútgerð, og vónar hann at kunna stiðja uppundir tað ríka og fjølbroytta tónleikalívið, vit hava her í Føroyum. Terje metir, at týdningurin av at hava ein føroyskan tónleikahandil er ógvuliga týðandi fyri at kunna varðveita ta tónleikamentan, sum í nógv ár hevur sermerkt Føroyar, og kemur hetta tí eisini at mynda raksturin av felagnum.
Í sambandi við eigaraskiftið var skipað fyri móttøku 6. februar. Rás 2 var á staðnum.
40 ár eru liðin, síðan táverandi varabispur, Ejvind Vilhelm, vígdi Eysturoyar Ellis- og Røktarheim í Runavík.
Sending frá hátíðarhaldinum á ellisheiminum.
Løgtingsvalið í desember 2022 var tað fimta við einum valdømi. Men hvat er úrslitið? Hevur skipanin rokkið sínum endamáli, og hvat vilja vit við okkara valskipan?
Teir spurningarnir vóru settir í Gulu Smiðju í Runavík mikukvøldið 24. januar.
Í 2007 samtykti Løgtingið at fara frá sjey til eitt valdømi. Grundgevingarnar vóru serliga, at veganetið í Føroyum hevði knýtt meginpartin av landinum saman, at fleiri uppgávur vóru lagdar til kommunurnar at umsita, at skipanin við sjey valdømum hevði við sær eitt demokratiskt undirskot, og at kvinnur vóru undirumboðaðar við sjey valdømum.
Skipanin við einum valdømi er síðan lastað fyri, at kloyvingin, sjálvsøknið og demokratiska undirskotið í føroyskum politikki er størri enn fyrr, samstundis sum lokalfeløgini eru viknaði munandi.
Skráin var hendan:
• Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri og fyrrverandi landsstýrismaður, innleiddi
• Sólvit Nolsø tók saman um orðaskiftið um eina valdømi í 2007
• Emil L. Jacobsen legði við støði í høvuðsuppgávu fram um fyrstu fimm løgtingsvalini eftir eina valdømi
• Umboð fyri Valúrslit.fo løgdu fram um rák og atkvøðuflytingar eftir løgtingsvalið í 2008
• Orðaskiftið var um okkara valskipan. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, Bjarni Djurholm, fyrrverandi politikari, og Beinta Løwe, eygleiðari, luttaka.
Sólvit E. Nolsø og Uni Holm Johannesen skipa fyri
From the publisher's feed
Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio