
Sign up to save your podcasts
Or


Minningarhald um Poul Petersen, ið 3. september í ár hevði fylt 125 ár
Poul var borin í heim í Funningi. Hann las til løgfrøðing við Keypmannahavnar Lærda Háskúla og í 30 ár umboðaði hann Fólkaflokkin á Føroya løgtingi fyri Eysturoyar valdømi. Hann var m.a. við í sendinevndini, sum samráddist við danskar myndugleikar eftir krígslok. Í 20 ár var hann eisini fulltrúi í landsstýrinum.
Poul gav eisini bøkur út, og í 1973 fekk hann Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Poul gjørdist 99 ára gamal, og tey seinastu árini búði hann í heimbygdini. Í dansistovuni fer m.o. Óli Breckmann at hugleiða um politikaran Poul Petersen, og eldri funningsfólk fara at minnast Poul, soleiðis sum tey minnast hann sum bygdarmann teirra.
Vit taka táttin uppaftur við miðeysturdagføring frá altjóða miðlamanninum, Jotam Confino, sum er búsitandi í Ísrael.
Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, at aldagamla handverkið og siðvenjurnar fara fyri bakka.
Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, at aldagamla handverkið og siðvenjurnar fara fyri bakka.
Vinnuliga brúkið av føroyska bátinum er nærum burtur, og eftirspurningurin eftir nýggjum bátum er nærum eingin. Kappróðurin heldur lív í bátasmíði og brúki, men kann ikki standa einsamallur.
Bátasmiðir verða ikki settir við, og verða munagóð stig ikki tikin nú, er handborna vitanin um føroyskt bátasmíð og um bátasiðvenjur burtur um heilt fá ár.
Týskvøldið tann 21. apríl á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu seta vit øllum stevnu, ið eru áhugað í føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði. Við framløgum, kjaki og pallborði fara vit at umrøða, hvussu bátasmíð kann verða varðveitt sum eitt livandi handverk, og hvussu føroyski báturin kann verða varðveittur í brúki.
Hvussu kunnu land, kommunur, stovnar, feløg og einstaklingar arbeiða saman um at varðveita bátasmíð og bátasiðvenjur fyri eftirtíðina?
Tjóðsavnið, Føroyska UNESCO-nevndin og Runavíkar kommuna skipa fyri tiltakinum. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, setur tiltaki.
Óluva Zachariassen er orðstýrari.
Hvar:BORG Glyvrar, Fjøruvegur 25, 625 Glyvrar.Nær:Týskvøldið 21. apríl, kl. 19.00 - 21.00
Skráin
19.00-05 VælkominMass Hoydal, leiðari í Visit Runavík
19.05-19.15 Setan av tiltakinumBárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
19.15-19.30 Føroyskt bátasmíð í framtíðiniFramløga við Kristinu Djurhuus Christiansen, savnvørði og samskipara av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum, Tjóðsavnið
19.30-19.45 Tiltøk og átøk sum kunnu bjarga føroyska bátinumFramløga við Herleifi Hammer, stjóra á Tjóðsavninum
19.45-20.00 Stutt prát um týdningin av føroyska bátinum• Samson Højgaard, stovnari av Boat.fo• Rodmundur Nielsen, stjóri í BORG• Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag
20.00 – 20.20 Steðgur
20.20 - 21.00 Pallborðsfundur um føroyska bátin og bátasmíð í framtíðini
Tórbjørn Jacobsen, Borgarstjóri í Runavíkar kommunu og forfólk í stýrinum fyri Kommunufelagið
Elsa Berg, Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og næstforfólk í stýrinum fyri Kommunufelagið
Hanus Jensen, Føroyskur bátasmiður og savnsmiðlari, Vikingeskibsmuseet
Heini Hátún, Umboð úr Føroyum í norðurlendska stýrisbólkinum fyri UNESCO-innskrivingini av norðurlendska súðubygda bátinum
Kristina Djurhuus Christiansen, Savnvørður og samskipari av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum, Tjóðsavnið
21.00 Spurningar og samanumtøka
From the publisher's feed
Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio