
Sign up to save your podcasts
Or


Nakrir teirra, ið lærdu í RMV, fara at greiða frá sínari lærutíð og samtíðar samfelagnum, sum smiðjan var ein partur av.
Eftir krígslok tók menningin dik á seg í økinum eystanfyri við Skálafjørðin. Skip og virkir løgdust til, og brúk var harvið fyri tænastuvinnum. Ein lutur í hesum var Runavíkar Mekaniski Verkstaður. Undir skiftandi smiðjumeistarum eru nógvir lærlingar vorðnir sveinar í smiðjuni. Flestu teirra gjørdust seinri maskinmeistarar og mannaðu smiðjur og føroysk og útlendsk skip. Nakrir teirra, ið lærdu í RMV, fara at greiða frá sínari lærutíð og samtíðar samfelagnum, sum smiðjan var ein partur av.
Helgi Johannessen er ein av trimum synum hjá Judith Johannessen, sum hevði foto-virksemið á staðnum í nógv ár. Helgi greiðir frá um søguna og mammuna, sum var slóðbrótari í sínari tíð.
Hølini "Hjá Judith" lótu upp týsdagin 21. apríl við listaframsýning hjá Finleif Mortensen. Aldan var til staðar og prátaði við listamannin, borgarstjóran og onnur fólk á staðnum.
Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett
Runavíkar kommuna bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin til setanina av Mentanarvikuni, sum verður í Gulu Smiðju sunnudagin 19. apríl kl. 14.
Petur Hansen, formaður í Mentanarnevndini, heldur røðu og tónleikarar úr Gulu Smiðju framføra. Suppa og drekkamuður verður at fáa.
From the publisher's feed
Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio