Klamydia, herpes, kynsvørtur og gonore.
Hesar eru nakrar av vanligastu kynssjúkunum í Føroyum. Serliga klamydia og gonore er javnan at síggja millum tey ungu, sum eru millum 15 og 24 ár.
Sjúkueyðkennini eru ymisk, og somuleiðis eru viðgerðarhættirnir ikki eins.
- Seinastu árini hava vit sæð alsamt fleiri tilburðir av gonore, sigur Gunnhild Helmsdal, kommunulækni.
Í morgunsendingini greiðir Gunnhild Helmsdal frá kynssjúkum, sjúkueyðkennum og viðgerð. Harafturat svarar hon spurningum frá lurtarum.