Tann 17. juli verða 100 ár síðani tiltikna fyglingardagin í Skúgvi, sum mundi enda við vanlukku. Amtmaðurin hevði givið skúvoyingum boð um at fygla eina ferð aftrat, tí matur treyt í Havn.
Skúvoyingar vóru lidnir við bjørgini, men lótu sær siga. Líkindini vóru ikki góð. Illveður kom á teir, og eitt lið, sum var niðri í Eyðrhálsi, slapp, tá ið avtornaði, hvørki upp ella niður.
Ein frásøgn er um hetta vágamikla bjargingarátak. Jákup Thomsen og Sofus Poulsen siga eisini frá grindaferðum og øðrum bakkaferðum, tá nógv stóð á hjá teimum. Jógvan Poulsen á Sandi tók upp í 1970.