Drós Ragnarsdóttir hevur í sambandi við útbúgvingina í ítrótta- og venjingarsálarfrøði kannað, hvussu áskoðaraatferð og kyn hanga saman og hvussu atferðin hjá áskoðarum ávirkar avrikið hjá kvinnuligu hondbóltsspælarunum, sum vóru við í kanningini.
- Kvinnurnar ynskja heilt greitt, at fáa tann hýrin í høllina, sum er, tá hon er full, soleiðis at rópini dríva tær framá. Men tað vísir seg at áskoðarar hava lættari við at rópa eftir monnum - kanska tí teir tola meira av kroppsliga á vøllinum. So gerast fólk meira íðin at rópa.