Hesa vikuna í Barnaútvarpinum, fara vit fyri tað mesta at tosa um bøkur og hoyra søgur. Bókadagar verða um vikuskiftið í Norðurlandahúsinum, og tað verður nógv spennandi at hoyra og síggja.
Men í dag fara vit at hoyra um ævintýr - tí ein spildurnýggj ævintýrabók verður løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Vit eru á Bókadeildini, vit hoyra brot úr ævintýri, tað er Kári Sverrisson sum sigur frá.