Í grundgevingini skrivar Sinnisbati:
Sum menniskja er Bernhard H. Petersen rúmligur, hevur hjartað á røttum stað og veitir altíð eina hjálpandi hond, har hann kann.
Bernhard hevur í mong ár verið virkin í Frelsunarherinum, har hann hevur gjørt eitt serligt gott arbeiði fyri heimleys í Føroyum. Hann var við í arbeiðinum, tá Frelsunarherurin fyri 25 árum síðani læt Herbergið upp.
Bernhard hevur brúkt mangar nætur saman við heimleysum í Frelsunarhersalinum, sum ikki hava aðrastaðni at vera, tí einki alment tilboð er til tey.