"Hugskot við Ellu" eitur ein nýggj sending, sum Biit ger.
Ì sendingini ummælir miðlagrafikarin Ella útvald føroysk búmerki. Hon kemur millum annað við ymiskum boðum uppá, hvussu búmerkini kundi riggað betri.
Í fyrsta parti viðger Ella búmerkini hjá ávíkavist Betri-samtakinum, Føroya Keypssamtøku, Trin 27, Býarbókasavninum og Kringvarpi Føroya.