
Sign up to save your podcasts
Or


Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn, er gestur og kjakast eitt nú um broytingina av skattingini av pendlarum, tilfeingisgjøld og fosturtøkuspurningin.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í hesum partinum hevur Bill bjóðað Tórbjørni Jacobsen, borgarstóra í Runavíkar kommunu og formann í Kommunufelagnum, í studio at práta um eitt nú avbjóðingar hjá kommununum, hástórar borgarstjórar og eitt møguligt samstarv millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í hesum partinum hevur Jan bjóðað Sonja Jógvansdóttir í studio. Sjálv sigur Sonja Jógvansdóttir, at hon hevur brúkt ein stóran part av lívinum til at hata nógv av tí, sum Bill Justinussen hevur staðið fyri. Tey hava tí nógv at práta um: Eitt nú milliardingar, fátækraváða, Jesus-kakur og at Bill er farin at siga "yvirhøvur ikki" sum Jógvan á Lakjuni.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Fyrsti gesturin, sum Bill Justinussen hevur valt at bjóða í Billbugt, er Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.
Aftaná lemjandi niðurstøðurnar í tí seinastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um ovurstóra holið í landskassanum, eru Jacob og Bill samdir um, at skipanin við tilfeingisgjaldið hevur spælt fallitt, tí hetta hevur sambært teimum forðað fyri einum sunnum búskapi.
Eisini verður tosað um §266b, hví Jacob tosar so hart og hví Bill hatar Frihedsbrevet.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
From the publisher's feed
Hóast Bill Justinussen og Jan Lamhauge koma úr sama geografiska øki, hava teir ikki nógv annað til felags. Ja, Bill Justinussen sigur seg beinleiðis hava stikni til journalistikkin hjá Jan…