Meira bioetanol í bensinið er eitt stig á burðardyggu kósini. E10 sipar til, at tað eru 10% av etanoli í bensinum.
Fyri flestu bileigarar, sum hava bensin drivnar bilar, fer hetta ikki at hava nakra ávirkan. Tó tola akfør 25 ár ella eldri ikki so væl hetta nýggja slagið av bensini. Oljufeløgini arbeiða við einari loysn, so eldri akfør eisini kunnu fáa hóskandi bensin.
Broytingin kemur í gildi í komandi vikum um alt landið.
Morgunsendingin fekk samrøðu við Brian Joensen, rakstrarleiðari hjá Magn, um skiftið.