Gamli Sámal Petur í Fuglafirði var føddur á Miðgerði í Kollafirði í 1861. Hann lærdi at lesa og skriva hjá kvívíkspresti og fór ungur til skips við hetlendingum.Síðani fór hann til lands í Íslandi.
Í 1887 setti hann seg niður í Fuglafirði sum keypmaður. Virksemið mentist til eitt av teimum stóru handilsvirkjunum í Føroyum, sum reiddi út motorbátar, sluppir, skonnartir og trolara.
Sámal Petur gav frá sær í 1924. Tá tóku synirnir Piddi og Theodor upp á seg at reka virksemið víðari. Frásøgumaðurin Petur Martin Petersen er abbasonur Gamla Sámal Petur.