Sum ungur setti Jákup sær fyri at yrkja um mannin frá tí kendu søgnini. Tað hevur drigið nakað út at fáa tað liðugt, men í desember varð tað prentað í bókamentatíðarritinum Wencil.
Kvæðið byggir fyrst og fremst á søgnina, og tað avmarkaða tilfarið, sum finst um Páll. Kvæðið hevur 70 ørindi, og í síðstu viku fekk Kringvarpið átta, sum vanliga kvøða og dansa, at kvøða ein lítlan triðing.
Samrøða við yrkjaran, Jákup Jacobsen, var í Dansivali mánadagin 8. Februar, sum finst á kvf.fo. Kvæðið, Páll Fangi, er í Wencil nr. 16.
Tað ber til at hoyra brotið her.