Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
FAQs about Dansival:How many episodes does Dansival have?The podcast currently has 255 episodes available.
November 13, 2014Mads Winther er gestur í DansivaliVit hoyra vísurnar Blankans rímu, Falkarímuna, Ole Morske og Smeden fra Christianshavn. Eisini hoyra vit brot úr Stærke Tidrik, Brestiskvæðnum, Brúsajøkili, Regin Smiði og Gongurólvskvæðnum....more1h 1minPlay
November 06, 2014Hanus Kamban er gestur í DansivaliHanus hevur dansað og havt áhuga fyri føroyskum dansi og kvæðum frá tí at hann var smádrongur. Teir fýra brøðurnir dansaðu saman við foreldrunum í køkinum í Skúgvi og pápin greiddi frá søgunum í kvæðunum. Hanus heldur, at tað er gott fyri likam og sál at dansa og eggjar teimum ungu at halda seg til....more1hPlay
October 24, 2014Hans Dávid Vík er gestur í DansivaliHans David Vík hevur havt áhugað fyri føroyskum dansi síðani hann gekk í Skúla í Vík. Har er dansurin dottin niður fyri, men hann hevur verið virkin í Norðstreymoyar Dansifelag síðani tað varð stovnað fyrst í sjeytiárunum. Hans Dávid hevur verið til fleiri av upptøkunum, sum gjørdar eru, og minnist væl, tá Axel Tórgarð var í Tjørnuvík og tók upp Skapilsisvísuna, sum ikki hevur verið at hoyra í mong ár....more1h 3minPlay
October 16, 2014Jóna Müller er gestur í DansivaliSumbingar kvøða Stríðið á Húnalandi. Gunnar Poulsen skipar. Dansifelagið Havn kvøður Skrímsli. Sigmund í Hoyvík skipar og Símun Hansen skipar Rudisar vísu í Tøkum Lætt....more1h 28minPlay
October 09, 2014Tróndur Tróndarson er gestur í DansivaliTróndur vaks upp í einum sonnum dansi- og kvæðaumhvørvi í Skálavík. Abbin var tann kenda kvæðakempan, Tróndur á Trøð, og bæði pápin, Jógvan, og pápabeiggin, Leifur, dugdu væl at kvøða. Sjálvur hevur Tróndur altíð dansað og ger tað framvegis....more1hPlay
FAQs about Dansival:How many episodes does Dansival have?The podcast currently has 255 episodes available.