Vit hoyra:
Vága Dansifelag fer upp á gólv við "Einar Suðuroyingi", sum Mikkjal á Ryggi yrkti. Jóhannis Joensen skipar.
Símun Hansen skipar "Rudisar vísu" í Tøkum Lætt.
Síðani hoyra vit "Brókatátt" í dansi á kvæðatúri við Norrønu í 2014. Tað er ikki greitt, hvør skipar.
Klaksvíkar Dansifelag kvøður "Veðratáttin", sum Tummas N. Djurhuus yrkti. Ólavur Syderbø skipar.
"Det er i nat en vågenat" skipar Hilmar Kass í Dansifelagnum í Havn.
Niels á Velbastað skipar síðani "Fípuna Føgru", eisini í Dansifelagnum í Havn.
Róaldur Johannesen skipar "Grindavísuna" í Dansifelagnum.
"Bøhmerlandsdrotningina" skipar Katrina Johansen í Tøkum Lætt og Dansifelagi Kaggans.
At enda kvøða sumbingar "Sigmunds vísuna", sum danin Claus Lund yrkti um 1807. Edvard Jacobsen skipaði.