Á skránni er:
"Strandatátturin", Eysturoyar Dansifelag kvøður, Jóan Carl Danielsen skipar.
"Ved Christianshavn", sumbingar kvøða, Albert Djurhuus skipar.
"Syngesmeden fra Christianshavn", nólsoyingar kvøða, Trúgvi Thomsen skipar.
Tjørnuvíkingar kvøða síðani "Nordan for Trondhjem", tað er ikki skrásett, hvør skipar.
Havnarmenn kvøða "Harprímu", Sigmund í Hoyvík skipar.
Og so hoyra vit "Streingirs vísu". Talan er um eina uppskrift, sum er stytri enn uppskriftin í Eysturoynni, sumbingar kvøða, Óli Christian Dam skipar.
Vága Dansifelag fer upp á gólv við "Bjarnabana", sum Jeffrei Henriksen yrkti, dótturin Hervør Jørgensen skipar.
Wenzel Kamban skipar síðani "Trøllini í Hornalondum" í Dansifelagnum í Havn.
Jónleif Johannesen skipar "Deyðastund Sigmundar" í Klaksvíkar Dansifelag. Jónleif hevur yrkt hetta kvæðið.
At enda hoyra vit "Mimmering var den mindste mand". Velbastaðfólk kvøða. Jóannes Danielsen skipar.