Gittaristurin Dávur Birgisson hevur skrivað nýggja lærubók, ið nevnist Gittarskúlin.
Hetta er fyrsta lærubók av sínum slag á føroyskum.
Bókin er bygd upp soleiðis, at byrjað verður við tí heilt einfalda.
Síðani verður lagt aftrat so hvørt.
Tá tú ert komin ígjøgnum bókina, hevur tú førleikar til bæði at spæla, improvisera og lesa nótar.
Hetta er tó sjálvandi treytað av, at tú venur nógv, viðgongur Dávur Birgisson.