- Hetta er umráðandi fyri eftirtíðina. Tí havi eg brúkt óteljandi arbeiðstímar og nógva orku upp á hetta.
Soleiðis sigur skjótt 75 ára gamli Grækaris Joensen í Kvívík, sum hevur tikið stig til nýstovnaða fornminnisfelagið í Kvívík.
Í 2001 stovnaði Grækaris Joensen ein grunn, hvørs endamál var at varveita bygdarsøguna í Kvívík, tí í mong ár hevur hann savnað saman lutir, sum á ymiskan hátt siga søguna um Kvívík og lívið, sum har hevur verið.
Nú fornminnisfelagið er stovnað, er grunnurin avtikin.