Fámjin er fyrndargomul bygd og fýra bygdagøtur ganga til og úr bygdini. Innasti partur á víkini ver heitið Vatnið. Hildið verður, at hetta hevur verið eitt vatn, og at land hevur verið vestanfyri.
Fransmenn høgdu kol oman fyri Fámjin, og fyri tilfeingisgjaldið bygdu fámjiningar sær nýggj hús fyri góðari øld síðani.
Bøurin er víður og nógv verður hoyggjað enn. Oman fyri bygdina liggur Kirkjuvatn, sum var eitt tað besta sílavatnið í Føroyum, aðrenn sjúka kom í.
Í hesum fyrsta partinum greiðir Óli frá um bygdina og vit enda í Vansinga, sum er sunnari endi á vatninum.