Tá Ruth Thomsen var mitt í tjúgunum gjørdi ein eygnasjúka, at hon misti sjónina. Hetta var ringt at viðurkenna, og tað gingu mong ár, áðrenn Ruth góðtøk nýggju støðuna. Tað var tilgongdin, at hon fekk førarahund, sum setti gongd í viðurkenningina.
Tað er svárt ikki at síggja alt tað vakra á jólum, men allíkavæl kann Ruth síggja nógv fyri sær, tá hon fær tað sjóntulkað. Myndirnar frá hennara ungu árum standa enn klárar í minninum, og tað fær hon brúkt, tá hon skal ímynda sær tað, sum hini greiða henni frá.