Hví velja ungar kvinnur at gerast sjúkrarøktarfrøðingar, frisørar og námsfrøðingar, meðan ungir menn velja útbúgvingar í tøkni, handverki ella verkfrøði?
Sjálvt um summi val siga seg sjálvi, tá ið tað kemur til kropsliga styrki, so burdi einki forðað fyri, at onnur val ikki burdu verið so kynstongd, sum tey eru í dag.
Men hví?
Ein stórur partur av svarinum finst í kynsmynstrum og kynsmentan, sigur Ivonna Johansen, granskari í børnum og kyni.