Kom við og merk gandakendu Føroyar, tá professionel listafólk taka teg við á eina tónleikaferð. Soleiðis lokkaði innbjóðingin til konsertina, Sansa Føroyar, sum Kristina Thede Johansen bjóðaði til á Norðuratlantsbrygguni og í Musikkhúsinum í Århus.
Seinstu trý árini hevur Kristina arbeitt við hesari konsertini í huga, tá hon nam sær útbúgving, ið hon kallar eina praktiska phd í saxofonleiki.
Á skránni vóru fimm nýskrivað føroysk verk, ið øll høvdu saxofonina í miðdeplinum.