Iben Vinther Nordestgaard, sóknarprestur í Elsted, stendur fyri konfirmatiónini og Gerhard Jónsson Mikkelsen, sóknarprestur í Fuglafirði, konfirmerar systirdóttrina Emmalie. Prestarnir báðir skilja ikki grundgevingina hjá donsku stjórnini at strika dýrabiðidag, sum hevur verið halgidagur í Danmark síðani 1686.
-At avtaka dýrabiðidag uttan yvirhøvur at tosa við umboð fyri fólkakirkjuna, "er et knæk for åndeligheden i Danmark", sigur Iben Vinther Nordestgaard.