Elisabeth Erlendsdóttir hevur svomið, síðani hon var seks ára gomul og hevur klárað seg sera væl.
Næsta ár fer hon at ganga á Georgia Tech í Atlanta, Georgia. Universitetið er sera høgt í metum bæði akademiskt og ítróttarliga.
Broytingin hjá Elisabeth verður ikki størri enn, at hon longu býr í USA, men fer at flyta stat og ganga á universiteti heldur enn miðnámi.
Hon gongur í løtuni á miðnámsskúla í Jacksonville Florida. Elisabeth fegnast um møguleikan, tí tað er sera stórt hjá einum svimjara at fáa slíkan sáttmála.