FarGen dyrgir eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár.
Fyri hálvum ári síðani fór FarGen 2 av álvara av bakkastokki - og okkurt um 1100 føroyingar hava latið seg kannað higartil.
FarGen 2 snýr seg, eins og FarGen 1 gjørdi, um at menna ein pall til gransking í føroyskum genomum ella ílegum.
Tað vil siga at savna lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fáa kanningar í lag, sum kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og -viðgerð.