Jóanes Nielsen er ógvuliga fjølbroyttur høvundur. Hann yrkir, skrivar skaldsøgur og sjónleikir, hendinga stuttsøgur umframt greinir í hópatal. Í ár er hann aktuellur við sjónleikinum "Havfrúgvin" og skaldsøguni "Bommhjarta". Viðurkenningarnar hava eisini verða nógvar, bæði heima og úti. Fimm ferðir hevur hann verið innstillaður til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í tveimum tímum lurta vit eftir arbeiðaraskaldinum. Vit hava funnið fram í útvarpssavninum samrøður, ið gjørdar eru við Jóanes Nielsen heilt frá fyrstu útgávuni í 1978 til hann á øðrum sinni í 2012 fekk virðisløn M.A.