Hitatúrar, turrar slímhinnur, tunglyndi, vánaligur svøvnur, strongd. Nógvar eru tær keðiligu avleiðingarnar, sum kunnu standast av skiftisárunum hjá einari kvinnu.
Allar skulu ígjøgnum skiftið, har tú fert frá at vera gitnaðarfør til ikki at kunna fáa børn longur, men ymiskt er, hvussu henda tíðin ávirkar. Ein triðingur av kvinnum merkja lítið ella einki, ein triðingur kennir eyðkennini væl, meðan síðsti triðingurin hevur tað sera ringt.