Hvat er loyvt, og hvat er ikki loyvt at brúka ein bil hjá arbeiðsgevaranum til, tá tað snýr seg um privat ørindi og privata nýtslu?
Nær kann man siga, at eitt starvsfólk hevur frían bil, og tí skal rinda skatt av tí?
Nógvir eru spurningarnir, og TAKS hevur eftir besta fyrimuni roynt at svara teimum á heimasíðu sínari, soleiðis at fólk ikki ivast. Hóast hetta er líkt til, at mong fara lætt um privata nýtslu av firmabili, hóast tey kanska vita, at tað kostar.