Í dag, 21. mars, er altjóða Down Syndrom dagur. Hann verður hildin um allan heim, og eisini í Føroyum verður nógv gjørt burtur úr. Karmurin er Skúlin við Ósánna í Klaksvík.
Eitt nú hevur eydnast fyriskiparunum at fáa norðmannin, Svein André Hofsø, at koma til landið og halda fyrilestur.
Hann er yrkissjónleikari, sum hevur spælt við í bæði stórum sjónvarpsrøðum og filmum.
Harumframt hongur serstøk myndaframsýning uppi í skúlanum.