Í samband við at 50 ár eru liðin síðani fyrstu næmingarnir fóru í Føroya Húsarhaldsskúla, er stór framsýning í Varpinum í Klaksvík, har ið tað millum ber til at síggja myndir av øllum teimum 1.200 næmingunum, sum hava gingið á skúlanum.
Og skúlin er framvegis ein týðandi partur av samfelagnum, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum eisini ger vart við, at tað vóru framskygdar kvinnur, sum á sinni tóku stig til skúlan.