Heystið 1941 vóru nógv flogálop í Føroyum, eitt nú í Vestmanna, á Skálafirði, í Klaksvík og á Skálavík. Týskir flúgvarar vóru fleiri ferðir yvir Klaksvík og gjørdu skaða á skip á vánni og hús í Vági.
”Smiril” var fyri hørðum álopi, meðan hann lá á Skálavík á veg úr Suðuroy. Nógvar granatir og kúlur komu í skipið. Tveir mans doyðu umboð á sluppini ”Mistletoe”, sum varð álopin á Eysturlandinum. Ein breti doyði av skotum í álopi á Skálafirði og ein norðmaður í álopi í Havn.