Tað byrjaði við, at eg var forvitin um Føroyar, tí tær eru fjarskotnar og vakrar, og harafturat eru so grummir siðir í landinum. Um tú leitar á netinum, finnur tú ótrúliga vakrar myndir, men eisini nógvar tíðindagreinar, har føroyingar verða ákærdir fyri sína ræðuligu viðferð av hvalum. Føroyingar hava veitt hval í øldir, og eg spurdi meg sjálvan, hví eitt nútímans samfelag enn hevur henda siðin? Spyr nakar nakrantíð hví? Dagarnar, eg var í Føroyum, lærdi eg nógv, sum einki tíðindablað hevur sagt frá. Íbúgvarnir vita ikki, hvussu serligir teir eru.