Trý flogfør duttu niður á landi í Føroyum undir krígnum. Ein týskur flúgvari rendi á Lokkan á Borðoynni. Ein bretskur flúgvari rendi á fjallið yvir Mýradalinum millum Hvalba og Botn. Ein annar bretskur flúgvari datt niður í Viðoynni.
Leingi ivaðust bretar, um tað bar til at gera flogvøll í Føroyum. Í december 1941 varð bretski heryvirmaðurin Leo Maxton sendur til Føroya at kanna umstøðurnar og fór heim aftur við teimum boðum, at bæði flogvøllur og flogstøð kundu gerast í Vágum.