Frá 1942 vórðu Føroyar betur vardar fyri flogførum. Tað hevði eitt nú samband við, at ein flogbreyt var liðug í Sullomvoe í Hetlandi. Nú vóru flúgvarar á Føroyaleiðini alt samdøgrið, og tráðleyst samband var millum RAF í Føroyum og Hetlandi.
Bæði úr Hetlandi og Føroyum var samband við flúgvarar. Fleiri radarstøðir vórðu bygdar kring landið. Tær vóru á Borðuni, á Eiðiskolli, í Mykinesi, á Trælanípu, í Akrabergi, Søltuvík, við Hoyvíkstjørn og í Vatnsoyrum.