Føroyskur skipsfiskiskapur tók seg rættiliga upp i 1872, tá langbummarin "Fox" hjá trappumonnum í Havn hevði ein góðan túr við bátum á Eysturlandinum.
Síðani fóru fleiri sluppir til Íslands at royna við bátum, og skjótt fóru menn til lands á Eysturlandinum. Teir búðu í landi og róðu út við føroyskum bátum. Hetta gjørdist ein stóra vinna hjá føroyingum, bæði kvinnum og monnum.
Stundum vóru kanska 1000 føroyingar til lands á firðunum á Eysturlandinum. Vinnan helt á til seinna heimsbardaga.