Góðan morgun Føroyar

Frá áttamannafari til rúmdarfar


Listen Later

1698135
Altjóða Rúmdarstøðin er í ringrás um jørðina áleið 425 kilometrar yvir jarðarskorpuni. Tað eru fimm altjóða rúmdarsamtøk úr 15 londum, sum reka rúmdarstøðina.
Fyrstu lutirnir vórðu sendir upp í 1998, og hon hevur verið mannað síðani november í 2000.
Støðin er ein royndarstova í vektloysi, har náttúruvísindi, gransking og menniskjalig nýmenning skapa tøkni og frambrot, sum ikki eru gjørlig á Jørðini.
Danin, Andreas Mogensen, hevur tvær ferð vitjað Altjóða Rúmdarstøðina. Fyrstu ferð í 2015, tá hann var 10 dagar á støðini.
Seinnu ferð var í fjør og í ár, tá hann var partur av SpaceX Crew 7-manningini.
Við sær hevði hann ymsar lutir úr kongarríkinum. Eitt nú Merkið og eitt slips hjá Williami Heinesen.
12. mars kom hann aftur á Jørðina, og nú er hann í Føroyum.
Saman við honum eru eisini umboð frá DTU Space. Teirra millum David Arge Klevang, sum sær stórar møguleikar í tú, at Føroyar gerast partur av rúmdarvirkseminum.
At smíða rúmdarferjur kann á ein hátt samanberast við at smíða skip. Tað er stál og sveising.
Jóhan Mortensen, sum eigur sín stóra lut í, at henda ferð er komin í lag, leggur aftrat, at nú hava vit í mong ár bygt áttamannafør. Hví ikki nú flyta okkum til at byggja rúmdarfør, spyr Johan Mortensen.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Góðan morgun FøroyarBy Kringvarp Føroya

  • 5
  • 5
  • 5
  • 5
  • 5

5

3 ratings


More shows like Góðan morgun Føroyar

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners