Í panelinum eru Beate Emilie Lindenskov Samuelsen og Siri Súsonnudóttir Hansen.
Tær tosaðu um tvey evni, ið hava verið nógv umrøtt í vikuni.
Landsstýrið fer nú í hernað ímóti royking, og ymisk átøk skulu setast í verk. Um hetta evnið, eru tær báðar ósamdar.
Beate heldur, at tað er keðiligt, at mann heldur áfram við, at leggja seg eftir roykjarunum. Tað er eitt persónligt frælsi at roykja, og hevur mann hug, so skal mann sleppa tað uttan at skamma seg.