Smátt um smátt bygdu fronsku útgerðarmneneninir størri og tryggari skonnartir til íslandsfiski-skapin, men viðurskiftini umborð batnaðu ikki fyrrenn ein rørsla tók seg upp, sum vildi bøta um tær harðbalnu umstøðurnar, sum íslendsmenninir livdu undir. Fyrstu átøkini vóru at byggja stór hospitalsskip, sum leitaðu skipini upp á fiskileiðunum. Onnur bylgjan fevndi um sjúkrahús, sum fransmenn bygdu í Reykjavík, á Fáskrúðsfirði og í Vestmannaoyggjunum fyrst í 1900. Hesi sjúkrahús fingu eisini týdning fyri íslendsk heimafólk og bretskar fiskimenn.