Føroyska ferðalagið, sum mánadagin fór úr Føroyum fyri at luttaka í Special Olympics World games í Berlin, er í løtuni í suðurtýska býnum Wilhelmsdorf, sum hevur boðið teimum at vitja í tveir dagar, áðrenn tey fara til sjálva kappingina.
At vitja ein vertsbý er partur av tiltakinum hvørja ferð, soleiðis at íðkararnir uppliva eitt sindur meira enn ára kappingina.
Býurin Wilhelmsdorf við 5000 íbúgvum tók væl ímóti ferðalagnum, sum hevur upplivað bæði riddaraborgir, siglitúr á Konstanz vatninum og tey vardu verkstøðini í økinum.