Sum tilflytari ella flóttafólk í Føroyum kann tað vera trupult at trívast, at koma at kenna samfelagið, og at gerast partur av teimum felagsskapum, sum knýta okkum saman. Tað kann vera á arbeiðsplássinum, í skúlanum ella í frítíðarítrivi.
Reyði Krossur hevur tí tørv á fólki, ið vilja vera sjálvboðin, og sum eru áhugað at fáa samband við fólk úr øðrum londum.
Ein, sum er flóttafólkavinur, er Tóra Oddnyardóttir Sørensen. Hon hevði sæð lýsingar frá Reyða krossi, har tey leitaðu eftir flóttafólkavinum.