Í kvøld leggur Hans Eiler Hammer, prestur, fram nýggi bókina, "Lítur aftur um bak", har ið hann eitt nú nemur við skuldsetingarnar um kynsliga misnýtslu, um at hann sjálvur var kynsliga misnýttur, og uppgerðina við heimamissiónina.
Í bókini sigur Hans Eiler okkum eitt nú eisini um hvussu tað var at taka við sum prestur í Norðoya vestara prestagjaldi eftir Henning Bøgesvang, um at standa fyri jarðarferðini hjá pápa sínum, og hvussu tað var at fóta sær eftir at hann varð fríkendur.
Saman við Randi Mohr, tíðindakvinna, vitjaði Hans Eiler Hammer, sum í dag er prestur í Suðurslesvig, Góðan morgun Føroyar.