Turið Poulsen sigur okkum veðurforsøgnina fyri komandi tveir dagarnar.
Lone Wernblad greiður frá nýggjum tónleika- og bókaútgávum, sum snúgva seg um sorgina, ið Lone upplivdi, tá pápi hennara, sum var raktur av ALS sjúku, andaðist í 2020. Tónleikaútgávan er innspæld í Føroyum og við føroyskum tónleikarum.
Stutt fyri jól í 1985 gav Føroya Ungdómsráð út tað sera fjølbroyttu lp-plátuna Ung '85. Hallstein Sigurðsson, sum tá var formaður í Føroya Ungdómsráði, sigur okkum søguna um útgávuna.
Sendingin kann hoyrast her!