Orðini eigur Hervør Hansen, sum alt sítt lív hevur arbeitt í handlinum í Nólsoy. Hon hevur nú gjørt av, at 28. oktober verður síðsti arbeiðsdagur, tí nú ætlar hon sær at gevast - meira ella minni.
- Ja, tey eru so altíð vælkomin at siga til, um tørvur er á tí, og eg kann gott koma og hjálpa til, leggur hon kvikliga afturat.
Eisini hevur hon holla vitan, sum hon er fús at geva víðari. Ikki bara vitan um handilsskap, men eisini um viðskiftafólkini.
- Eg veit, hvat tey ymsu fólkini her úti vilja hava, og eg keypi eisini inn eftir tí.