Í nógv ár hevur Harald Bjørgvin droymt um at sleppa til Antarktis at taka myndir. Tá hann sá, at kendi myndamaðurin, Nigel Danson, fór at halda eitt skeið í myndatøku í Antarktis, byrjaði hann at spara sær pening saman til ferðina.
Hann hevur nú verið 8 dagar í Antarktis. Saman við 84 øðrum myndafólkum lærir hann eina rúgvu um at taka góðar myndir. Tey búgva umborð á skipinum Sylvia Earle, og tvær ferðir um dagin fara tey útferðir við gummibátum.
Niðanfyri ber til at síggja nakrar myndir, sum Harald hevur tikið á túrinum.