Bindikona, heimasjúkrasystir, lokalpolitikari og lastbilførari.
Hesar eru nakrar av teimum kvinnunum, sum á ymiskan hátt hava og hava havt stóran týdning fyri Kollafjørð.
- Hetta eru alt kvinnur, sum í tí stilla hava gjørt eitt stórt arbeiða, og sum vit í Kollafirði eru errin av, sigur Miriann N. Dam, sum skipar fyri framsýningini í sambandi við Kollafjarðardagar.