Bóltabað, madrassur, trampolinir, rimar, hoppibóltar og leikur í longum røðum. Hetta eru amboðini, sum barnaergoterapeutarnir á Tinghúsvegnum brúka í sínum dagliga virki, tá ið tey skulu hjálpa børnum, sum hava serligan tørv við at klára seg í gerandisdegnum.
Her koma børn við alskyns avbjóðingum, har summar bert krevja nakrar fáar vitjanir, meðan onnur børn, ið til dømis bera varandi brek, ganga eina ferð um vikuna, líka til tey gerast 18 ár og tí vaksin.