Vesturheimurinm gav sær á jólum 1939 ikki so nógv far um, at ein nýggjur heimsbardagi var byrjaður. Víst høvdu Týskland og Sovjetsamveldið lagt Polland undir seg, og Sovjet hevði lopið á Finnland. Í Føroyum vórðu nakrar fyriskipanir settar í verk at búgva fólk út til bardagatíðir, men sjáldan vóru skip á okkara leiðum steðgað. Í sendingini verður greitt frá hendingum á evropeiska meginlandinum heystið 1939. Sendingin er grundað á bókina ?Kríggj Hitlers? eftir danan Henning Poulsen.