Tað var ein søgulig hending, tá eitt toymi á Odense Universitetshospitali herfyri fyri fyrstu ferð í Danmark framdi eina kikaraskurðviðgerð á einum nýføðingi, ið er føddur við holi í vælindinum.
Í toyminum er føroyski skurðlæknin Súsanna Petersen, sum hevur undirsergrein í barnakirurgi, og hevur arbeitt á Odense Universitetshospitali í nógv ár.
- Hetta er ein slóðbrótandi viðgerð í Danmark og hevur stóran týdning fyri, hvussu skjótt og væl børnini koma fyri seg", sigur Súsanna. Hon fegnast um at kunna vera við til at hjálpa nýføðingunum og familljum teirra.