Í Fuglafjarðar musikkskúla eru tey farin undir spennandi átak. Allir næmingar í 2. flokki hava fingið boðið at spæla horn. Og allir næmingar hava tikið av tilboðnum.
22 hugagóðir næmingar hava nú blást í nýggju ljóðførini í 3 vikur, og tað gongur skjótt og væl at læra.
Lærari teirra er lokali Jóhan Hentze, sum eisini er leiðari fyri Fuglafjarðar hornorkestur. Hann - og øll onnur í Fuglafirði vóna, at fruktirnar av hesum eisini síggjast aftur í hornorkestrinum um eina tíð.