Góðan morgun Føroyar

Hvat hendi í nátt?


Listen Later

Tá Mariann Jacobsen vaknaði eftir at hava verið í føðingardegi og í býnum aftaná, hevði hon tað ikki gott. Tað var trupult at hugsa logiskt, hon mintist ikki hvussu hon var komin heim, og hon ímyndaði sær alt møguligt, sum hon tó ikki heilt kundi passa.
Millum annað ørmintist hon, at løgreglan hevði koyrt hana heim um náttina. Hetta fekk hon eisini staðfest tá hon sá í netbankanum, at hon ikki hevði rindað fyri hýruvogn um náttina, og tí ringdi til løgregluna fyri at spyrja seg fyri.
Annars vóru fleiri tímar horvnir úr minninum, har hon einki mintist. Út á dagin, sum hon fekk tað betri, helt hon seg kenna hesa kensluna aftur. Fyri nøkrum árum síðan var Mariann eitrað, tá hon búði í Australia. Hon var farin í býin, og brádliga mintist hon einki. Hetta sama var hent við øðrum ungum kvinnum sama kvøldið, og tá tann eina á sjúkrahúsinum hevði fingið at vita, at evnið rohypnol var funnið, valdi Marian at lata seg kanna, og fann so útav, at tað sama var hent henni.
Mariann bað tí vinir og kenningar á facebook um at hjálpa sær at finna útav, hvar hon hevði verið, teir tímarnar, sum hon hevði verið ávirkað.
Hoyr hana greiða frá her.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Góðan morgun FøroyarBy Kringvarp Føroya

  • 5
  • 5
  • 5
  • 5
  • 5

5

3 ratings


More shows like Góðan morgun Føroyar

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners